Verkætlanir

 

HEVUR TÚ SÆÐ CARMEN? 2025

Ein pixi-opera fyri børn, við íblástri úr Carmen hjá franska tónaskaldinum Georges Bizet.

Hugskot og handrit eigur Birita Adela Davidsen, sum eisini leikstjórnar. Á pallinum er leikbólkurin hjá Opera.fo, "Operetturnar", saman við dugnaligum barnakórum úr Havn og Klaksvík.

Sýningar verða á Tjóðpalli Føroya 18.-19. januar og í Varpinum 1.-2. februar 2025


Plakat: Kjartan Magnussen

PAPAGENO OG GANDADRYKKURIN 2024

Við íblástri úr kendu operuni “Gandafloytan” eftir Mozart, hevur Birita Adela Davidsen tillagað søguna og sangirnar til eina samvirkna ævintýra-skattajakt.

Prinsurin Tamino er bitin av eini risaslangu og bert ein gandadrykkur frá Gandakellingini kann bjarga honum. Gandakellingin manglar tó tilfar, og tí noyðist Papageno inn í vandamikla Gandaskógin at finna allar lutirnar - og honum tørvar tykkara hjálp!

Mentanarhúsið Varpið, okt. 2024

Plakat: Rókur Heinesen

 

Gandafloytan - fyri børn 2022

Prinsurin Tamino, prinsessan Pamina, fuglafangarin Papageno, fuglagentan Papagena, tey trý gátuføru børnini, Náttardrotningin, tær tríggjar damurnar, Monostatos, prestarnir og Høvuðspresturin í Vísdómstemplinum, Sarastro. 

Øll hesi hitta vit í navnframu Gandafloytuni hjá Mozart, sum verður frumframførd sum barnaopera, við børnum, og fyri børnum, á Tjóðpalli Føroya 1. apríl 2022.

Plakat: Ragnhild Kjærbo

 

Soirée fantastiquE 2020

Soirée Fantastique – ein klassisk teaturkonsert í samstarvi við Tjóðpall Føroya.

Einføld og stílfull framførsla við útvaldum brellbitum úr operaheiminum, har ariur og duettir, klavertónleikur og tekstur verða flættað saman.

Plakat: Høgni Heinesen

Dagbókin hjá Leporello 2018

"Dagbókin hjá Leporello" er ein kamaropera-versjón av væl kendu og væl dámdu operuni hjá Mozart, Don Giovanni. Føroyska versjónin av Don Giovanni er við íblástri úr operaleikinum „Leporellos Tagebücher“ eftir Fabian Dobler.

Plakat: Høgni Heinesen

Konsertir o.a.

OPERETTURNAR

“Operetturnar” er heitið á nýggja barna-leikbólkinum hjá Opera.fo, sum undir leiðslu av Biritu Adelu Davidsen, setur upp pixioperur, operur i miniformati.

Leikbólkurin er skipaður av ungum áhugaleikarum í aldrinum 9-12 ár, sum bæði hava áhuga í sangi, sjónleiki og dansi.

BEL CANTO - klassisk konsert 2023

Sangarar frá Opera.fo framføra ariur og duettir úr kendu italsku operunum La Traviata, Rigoletto og Don Pasquale.

Norðurlandahúsið 18. august 2023
Mentanarhúsið í Fuglafirði 20. august 2023

sangskeið við douglas yates

Opera.fo skipar fyri afturvendandi sangskeiði við operasangaranum Douglas Yates.

Skeiðini innibera bæði eina-sangtímar og masterclasses, og eru væl egnað til øll ið ynskja at betra sín sangteknikk, bæði kórsangarar og solistar.