Soirée Fantastique

 
 

Soirée Fantastique – ein klassisk teaturkonsert í samstarvi við Tjóðpall Føroya

Einføld og stílfull framførsla við útvaldum brellbitum úr operaheiminum, har ariur og duettir, klavertónleikur og tekstur verða flættað saman.

Mozart, Verdi, Puccini, Chopin, Bernstein, Bizet, Debussy, Schubert.

Teaturkonsert
Ein teaturkonsert er ein samanrenning av tónleiki og sjónleiki sum ikki hevur eina hendingagongd í beinari tíðarrøð, men har framførslan av leikmyndum úr ymiskum verkum verður avbrotin, og um somu tíð samanbundin, við ymiskum teksti og tónleiki.

Leikstjóri og frásøgufólk: Annfinnur Heinesen

Kapellmeistari: Jóhannes Andreasen

Leikarar:  Birita Adela Davidsen | Birita Poulsen | Ernst Sondum Dalsgarð | Herfinnur Árnafjall 

Manskór: Andrias Petersen | Bartal Nolsøe Poulsen | Hans Debes | Hans Pauli Tórgarð | John Jacobsen | Sámal Matras | Súni Danielsen 

Ljósdesign: Turpin Napoleon Djurhuus

Búnar/rekvisittir: Katrin Bonde

Filmslist: Jónfinn Stenberg

Pallur: Birgir Djurhuus | Brestir Bjarnastein Restorff | Símun Pauli Hansen



Novembur 2020 á Tjóðpalli Føroya

HeinesenMyndir 2020