NÝTT SKEIÐ VERÐUR Í VETUR.
NÆRRI KUNNING KEMUR SEINNI.


HVAT ER PALLLISTASKÚLIN?
HOYR BIRITU ADELU GREIÐA FRÁ:

 
 
 

 
 
 

FYRSTA PALLLISTASKEIÐIÐ 21.-22. juli 2025

 
 

Góð byrjan fyri palllistaskúlan

Tíðindaskriv, 26. juli 2025

Í vikuni var fyrsta skeiðið hjá Palllistaskúlanum í Mentanarhúsinum Varpinum og eydnaðist tað sera væl. Nærum 30 børn í aldrinum 9-12 ár luttóku, og fyltu mentanarhúsið við sangi, dansi, sjónleiki og tónleiki.

 

Palllistaskúlin er eitt samstarv millum Opera.fo, Klaksvíkar Sjónleikarafelag og Varpið, og er karmur um styttri og longri palllistaskeið fyri børn. Endamálið er at kveikja áhugan hjá børnum fyri sangi, dansi, sjónleiki og tónleiki, og at menna teirra førleikar.

Palllistaskúlin er í fyrstu atløgu ein royndarverkætlan, sum Klaksvíkar Kommuna og Mentamálaráðið hava latið stuðul til. Ætlanin er at skipa fyri fleiri stutt-skeiðum í næstum, og við tíðini vónandi at kunna skapa fleiri skipað tilboð fyri børn og ung í norðoyggjum.

Fyrsta skeiðið var mána- og týsdagin 21. og 22. juli, og vóru uml. 30 luttakarar, bæði gentur og dreingir, og javnt býtt frá 9 til 12 ár. 

Størsti parturin av luttakarunum vóru børn úr norðoyggjum, men eisini vóru tað fleiri úr Havn og aðrastaðni í landinum, sum høvdu leitað sær norð hesar dagarnar, og gleðast fyriskipararnir um stóra áhugan.

Næsta skeiðið í røðini verður longu miðjan august, og tekningin letur upp eftir Ólavsøku. Tað verða tey somu, sum standa fyri undirvísingini; Birita Adela frá Opera.fo, Durita Samuelsen frá Klaksvíkar Sjónleikarafelag, Annfinnur Heinesen frá Varpinum og Rannvá Guðrunardóttir Niclasen sum er partur av yrkisdansibólkinum RIVA. 


ANNAÐ PALLLISTASKEIÐIÐ 11.-12. AUG. 2025

SUMMARMORGUN, 13. aug. 2025

“Í gjár og í dag hevur annað skeiðið hjá Pallistaskúlanum verið í Mentanarhúsinum Varpinum. Palllistaskúlin er eitt samstarv millum Opera.fo, Klaksvíkar Sjónleikarafelag og Varpið, og endamálið er at kveikja áhugan hjá børnum fyri sangi, dansi, sjónleiki og tónleiki, og at menna teirra førleikar. Fyrra skeiðið, sum var 21.-22. juli eydnaðist sera væl, og Yngva Sigmundsdóttir Lamhauge var framvið við mikrofonini í gjár fyri at fregnast um, hvussu næsta skeiðið hevur hildnast.”

(Innslagið um Palllistaskúlan byrjar á 45:33)


TRIÐJA PALLLISTASKEIÐIÐ Í HESUM UMFARINUM VERÐUR Í VETUR.

Kunning um dato kemur seinni.