Operetturnar

Plakat: Kjartan Magnussen

Næst á skránni hjá Operettunum eru “Operaperlur” - ein klassisk teaturkonsert fyri alla familjuna. Framførslurnar verða í Varpinum 28. feb. og 1. mars 2026.

Á skránni verða ariur, duettir og kórverk úr kendum operum, á bæði týskum, fronskum, italskum og enskum – men eisini við spildurnýggjum, føroyskum týðingum. Harumframt verða stuttligar frásagnir og sjónleikainnsløg.

5. mars framføra Operetturnar aftur í Varpinum. Hesa ferð í smb. við at kvinnukórini Suð, Silvitni og Fljóðljóð hava felagskonsert.

Síðani fara Operetturnar at ferðast við pixi-operuni “Gandafloytan”, og framføra í Norðurlandahúsinum leygardagin 18. apríl.

Lýst verður við atgongumerkjasølu í næstum.

 

 

Mozart søgukrókur 2025

“Gandafloytan” eftir Mozart er millum kendastu og populerastu operurnar í heiminum, og á tremur við góðum tónleiki.

Vit hitta prinsin Tamino, prinsessuna Paminu, Fuglafangaran Papageno, fuglagentuna Papagenu, Náttardrotningina, tær tríggjar damurnar og øll hini í Gandaskóginum.

Kendu operuna hevur Birita Adela umskrivað til eina stuttsøgu, sum hon fer at lesa, meðan Operetturnar syngja og spæla. 

Sýningin er uml. hálvan tíma og ætlað børnum frá 3-11 ár.

Operetturnar 2025

“Operetturnar” er heitið á nýggja barna-leikbólkinum hjá Opera.fo, sum undir leiðslu av Biritu Adelu Davidsen, setur upp pixioperur, operur i miniformati.

Leikbólkurin er skipaður av ungum áhugaleikarum í aldrinum 9-12 ár, sum bæði hava áhuga í sangi, sjónleiki og dansi.

Operetturnar 2025 ganga allar í skúlanum við Skúlatrøð í Klaksvík.

“HEvur tú sæð carmen?” 2025

Fyrsta verkætlanin við Operettunum var pixi-operan “Hevur tú sæð Carmen?”, sum Birita Adela við íblástri úr Carmen eftir Bizet, skrivaði og leikstjórnaði.

Sýningin var í januar-februar 2025 á Tjóðpalli Føroya og í Varpinum í Klaksvík, og varð hon sera væl móttikin:

“Meðan vindurin leikaði í uttanfyri, sótu vit rúnarbundnar undir hvørjum orði, hvørjari rørslu og hvørjum tóna, tá so inniligar og sjarmerandi operettur gjørdu pallin livandi við sjónleiki og ljóðførum, sangi og dansi. Og hóast ungar, so havi eg sjáldan upplivað ein so hugtakandi stemning sum hesa løtuna í Varpinum.”

- Ragnhild Ellingsgaard, 3. feb. 2025