SANGSKEIÐ VIÐ DOUGLAS YATES

Opera.fo skipar javnan fyri sangskeiði við operasangaranum Douglas Yates.

Skeiðini innibera bæði eina-sangtímar og masterclasses, og er væl egnað til øll, ið ynskja at betra sín sangteknikk, bæði kórsangarar og solistar.

Hvør sangari fær eina-sangtímar, har arbeitt verður við upphiting, teknikk-venjingum og repertoire.

Til masterclass læra vit í felag um sangteknikk og framføra eisini fyri hvørjum øðrum, og síggja og hoyra hvussu Douglas Yates arbeiður við ymisku røddunum.

Skeiðið endar við “Open masterclass” har sangararnir framføra og arbeiða við hvør sínum sangi.

DOUGLAS YATES er úr Texas, USA. Hann hevur nomið sær útbúgving á Rice University í Houston, Baylor University í Wace og á University of Texas í Houston. Hann hevur vunnið stórar sangkappingar kring Europa og USA, og er tríggjar ferð á rað tilnevndur “Ársins sangari” av Metropolitan Opera National Council.

Umframt at reka sangskúlan Vocal Arts í Týsklandi, ferðast Douglas regluliga til Keypmannahavnar og til Stockholm, har hann er gestasanglærari á Kongaligu teatrunum.

Douglas arbeiðir tó dagliga við bæði yrkissangarum og fólki á byrjanarstøði.