Birita Adela Davidsen

 

Birita Adela hevur lært klassiskan sang og opera á Vocal Arts í Nürnberg, Týsklandi, og Accademia Europea di Firenze, Italia.

Hon er stigtakari og listaligur leiðari hjá føroyska operakompanínum Opera.fo, og hevur fyri stuttum m.a. skrivað handrit og leikstjórnað “Papageno og Gandadrykkurin” (2024) og pixi-operuna “Hevur tú sæð Carmen?” (2025).

Birita framførir javnan í Týsklandi, Italia og Danmark, men brennur fyri at skapa møguleikar og umstøður fyri hesi vøkru listagrein heima í Føroyum.

 
 
 

 

Náttardrotningin

Brot úr “Der hölle Rache” - Gandafloytan, Mozart
Live-upptøka, Varpið, 2024

Upptøka: Signar Højgaard

ARia

“Chi il bel sogno di Doretta” - La Rondine, Puccini

Sommarmusik Lundsberg, Svøríki 2024

 

 
 
 

BROT ÚR UMMÆLI
29. novembur 2024

Eitt tað besta barnatiltakið í Føroyum nakrantíð!”

“Tað, sum hugtók meg allarmest var, hvussu ómetaliga nógvan ómak tey høvdu lagt í leikin – smátt sum stórt. […] Tað merktist heilt týðiliga, at fyriskipararnir – fyrst og fremst Birita Adela – hugsaðu fyrst og fremst um at geva børnunum eitt heilt serstakt upplivilsi”


”Tað seinna hæddarpunktið var heilt í endanum, tá Náttardrotningin (Birita Adela) í salinum sang ta kendu og sera krevjandi ariuna, sum helst er ímyndin av Gandafloytuni. […] Birita, sum vanliga er bæði stillfør og mild, spardi seg ikki, men vísti sína sonnu operadygd og kom út í hvønn krók í Varpinum við síni framúr rødd og kraftfullu tónum. Aftur, slíkur heimsklassi til tey 20 børnini og nøkur fá foreldur við einum kaffikoppi. Onki aftan fyri La Scala.”

- Óli Jákup Jacobsen

 
 

BROT ÚR UMMÆLI
3. februar 2025

“…og hóast ungar, so havi eg sjáldan upplivað ein so hugtakandi stemning sum hesa løtuna í Varpinum.

At kveikja áhugan hjá børnum og ungum fyri opera er helst ikki ein løtt uppgáva. Men Birita Adela Davidsen, sum eigur handritið og hevur leikstjórnað, hevur uppiborið allar heimsins stjørnur fyri at gera leikin livandi og inniligan. Og á tann hátt eisini viðkomandi fyri børnum og ungum. Hetta var ein stuttlig, ein rørandi og ein hugvekjandi løta saman við gentunum.”

- Ragnhild Ellingsgaard


 

Museo Renata Tebaldi
Busseto, Italia 2024

Harpan, Reykjavík

Harpa
Reykjavík 2023

Villa Puccini
Torre del Lago, Italia 2024