Birita Adela Davidsen

 
Birita Adela Davidsen

Birita Adela Davidsen hevur drúgvar royndir á palli, bæði innan sjónleik og sang. Hon hevur havt stórar leiklutir í sangleikum, og hevur havt fleiri konsertframførslur, í Føroyum og uttanlands. Seinnu árini hevur hon verið í meistaralæru hjá Douglasi Yates á sangskúlanum Vocal Arts í Nürnberg. Birita Adela Davidsen er verkætlanarleiðari í Opera.fo.


Klassiskar framførslur:

2019
Mozart Requiem, saman við Havnarkórinum og Eystanljóð
“Comeback im Gegenlicht”, nýskrivaður týskur operaleikur
- EURO-STUDIO Landgraf / [OPERASSION] / STEPHAN BOEHME
Nýggjárskonsert í Weinstadt, Týsklandi [OPERASSION]

2018
Framført á Faber-Castell Schloss, Nürnberg
“Dagbókin hjá Leporello” á Tjóðpalli Føroya - í leiklutinum sum Donna Anna
Solistur hjá Tórshavnar Manskóri, Várkonsert í Vesturkirkjuni

2017
Solo-framførslu til sjónvarpsguðstænastu í samband við 150 ára-hátíðarhaldið fyri Kunoyar Kirkju
Opera galla konsert [OPERASSION], Singen, Týskland
Solo-framførslu í DansiEksperimentinum, Smæran

2016
Solistur hjá Tórshavnar Manskóri til 50 ára hátíðarhald hjá Lions Club
Tórshavn, Müllers Pakkhús
Solo-framførslu til DansiEksperimentið, Sjónleikarhúsið

Heiðurslønir/legat:

2017
Íverksetanarstuðul frá Mentunargrunni Landsins

2015
Stuðul frá EIK til sangútbúgving

2014/15
Stuðul frá Mentamálaráðnum til sangútbúgving

2014
Sanglegatið til minnis um Sonnu Dahl Waagstein, Tórshavnar Kommuna