OperaFo_Birita og Annfinnur.jpg
 
 

OPERA.FO

Opera.fo er eitt nýstovnað føroyskt opera-kompaní,  ið hevur sum endamál at skapa áhugaverdar opera- og konsertupplivingar á høgum støði, við føroyskum solistum, føroyskum kóri og føroyskum tónleikarum. 

Umframt at skipa fyri bæði stórum og smærri verkætlanum, skipar Opera.fo eisini fyri klassiskum undirhaldstónleiki til føðingardagar, brúdleyp, jólaborðhald og líknandi.

Tað er okkara vón, at Opera.fo kann skapa áhuga hjá fleiri føroyingum fyri hesi stórfingnu listagrein, og soleiðis við tíðini verða við til at menna føroyska palllist til eisini at umfata opera. 

Stovnarar av Opera.fo eru Birita Adela Davidsen, verkætlanarleiðari og Annfinnur Heinesen, leikstjóri.