Herfinnur Árnafjall spælir høvuðsleiklutin sum Leporello

Herfinnur Árnafjall spælir høvuðsleiklutin sum Leporello

 

"Dagbókin hjá Leporello" er ein kamaropera-versjón av væl kendu og væl dámdu operuni hjá Mozart, Don Giovanni. Føroyska versjónin av Don Giovanni er við íblástri úr operaleikinum „Leporellos Tagebücher“ eftir Fabian Dobler. Hetta er ein opera buffa, ein komisk opera, sum kortini hevur ein ávísan álvara. Ein opera um stórar kenslur, ja. Men eisini ein opera, um opera. Høvuðspersónurin, sum allur leikurin snýr seg um, er framvegis tann samvitskuleysi konufólkarevurin Don Giovanni (Don Juan). Men í okkara modernaðu nýtulking er søgan lýst úr sjónarhorninum hjá tænaranum, Leporello. Okkara uppseting eitur tískil “Dagbókin hjá Leporello”.

Leikstjóri: Annfinnur Heinesen

Kapellmeistari og rithøvundur: Fabian Dobler

Føroysk týðing: Kári Davidsen

Tónleikalig tillaging: Hans Pauli Tórgarð

Solistar: Herfinnur Árnafjall | Ernst Sondum Dalsgarð | Birita Adela Davidsen | Douglas Yates | Birita Poulsen | Paula Danielsen

Tónleikarar: Andreas Tykjær Restorff | Andrass Olsen | Agnar Lamhauge | Jón Festirstein | Anna Klett

 
 

 
 
 

Luttakarar

 

Solistar

Tónleikarar